Grundstykkir á Nesi 100.000 krónur bíligari

Grundstykkir á Nesi 100.000 krónur bíligari
24 grundstykki vórðu gjørd byggibúgvin í 2008, men bert tvey eru seld. Nú verður egnt við at lækka prísin
 
03.12.2014 - 08:19

Bygdarráðið í Nes kommunu hevur samtykt at lækka prísin á grundstykkjumvið Lýðarsveg 100.000 krónur, úr 297.500 niður í 197.500 krónir. 
 
Tey 24 grundstykkini, sum í meðal eru 650 fermetrar til støddar, vóru liðug longu í 2008, og eru næstan byggibúgvin, men higartil eru bert tvey grundstykki seld. Sambært kommununi minkaði eftirspurningurin burtur í einki í 2008.

Men í eini roynd í at fáa gongd á søluna, hevur bygdarráðið í Nes kommunu nú gjørt av at lækka prísin.

Tey bæði seldu grundstykkini fáa sama avsláttur.

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at byggibúnu grundstykkini á Lýðarsvegi binda nógvan pening hjá kommununi, og tí hevur tað stóran týdning, at grundstykkini verða seld. Soleiðis fær kommunan nakað av peninginum aftur fyri grundstykkini, og fleiri borgarar, sum kunnu verða við til at hækka skattainntøkugrundarlagið hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV