- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vita einki um støðuna eftir nýggjár
- Tað er ein gøla, at skúlaleiðslur og lærarar ikki vita, hvør støða teirra er eftir 1. januar.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hann sipar til samanleggingarnar av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum í Havn, sum skal gerast til nýggja Vesturskúlan, og av skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna í Klaksvík.
Lærarafelagið hevur gjørt Mentamálaráðið vart við støðuna, men enn eru fleiri ógreið viðurskifti hjá bæði skúlaleiðslum og lærarum, sigur Herálvur Jacobsen.
Bólturin liggur nú hjá Mentamálaráðnum, sum eigur at bera skjótt at við at finna eina loysn á málinum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
Vit hava í dag roynt at fingið eina viðmerking úr Mentamálaráðnum, men tað hevur higartil ikki eydnast okkum.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.