Milliardir skulu seta ferð á búskapin í ES

Milliardir skulu seta ferð á búskapin í ES
2.350 milliardir kr. skulu setast í grunn at fíggja verkætlanir, sum óheftir serfrøðingar skulu taka støðu til
 
26.11.2014 - 15:30

Ein nýggjur evropeiskur grunnur við 2.350 milliónum kr., skal seta ferð aftur á búskapin í ES-londunum.

Tað er ætlanin hjá ES-nevndini, og grunnurin skal draga aðrar íleggjarar við sær. Endamálið er m.a. at fáa til vega teldur til skúlabørn í Grikkalandi, løðistøðir til franskar elbilar, og væl útgjørd sjúkrahús í øllum ES-londunum.

Grunnurin skal fáa gongd á aftur í ES, segði formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, í eini røðu fyri ES-tinginum.

- Vit eru fangað í eini íløgufellu. Íleggjarar eru samdir um, at tað loysir seg at gera íløgur í ES-londunum, men tølini tala fyri seg. Íløguhugurin er ikki komin aftur, og almennu fíggjarlógirnar standa fyri stórum avbjóðingum, segði hann.

Ætlanin er, at tær 2.350 milliardir kr. skulu setast í grunnin, og so skal grunnurin verða við til at fíggja ætlanir, sum óheftir serfrøðingar skulu taka støðu til. Samstundis skulu lógir broytast, so viðurskiftini hjá íleggjarunum gerast betri og tryggari.

Peningur tøkur

ES skal seta 119 milliardir kr. í grunnin, og Evropeiski íløgubankin, EIB,  37 milliardir kr.  Hesir pengarnir eru longu tøkir, men ætlanin er strandað, tí tað er torført at finna ætlanir, sum kunnu gerast veruleiki, og tí hava m.a. pensjónsgrunnar hildið seg aftur við at seta pengar í.

Tað nýggja við ætlanini hjá ES, er, at pengarnir úr grunninum skulu nýtast sum byrjunarpeningur, og tað fer at draga onnur við sær, sigur formaðurin í ES-nevndini.

Um ES londini fara at taka undir við grunninum og seta pengar í hann, telur tað ikki við, tá fíggjarætlanin í londunum verður samtykt, og kann fara upp um tey trý prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni, sum ES hevur sett sum mark fyri hallinum á fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV