- Tíðindi, mentan og ítróttur
Colibakteriur í dadlum
Colibakteriur í dadlum
Fólk, sum hava hesar dadlur, eiga at beina tær burtur, ella lata handlinum tær aftur
24.11.2014 - 08:05
Matvørumyndugleikin ávarar móti ávísum slag av dadlum, sum eisini er selt í Føroyum.
Talan er um dadlur av slagnum Fontana í eskjum við 600 grammum í.
Coop Danmark hevur funnið sjúkuelvandi colibakteriur í einum sýni av dadlunum, og afturkallar tí vøruna.
Slíkar colibakteriur kunnu elva til leyst lív, og í ringasta føri kunnu nýrini ganga fyri.
Fólk, sum hava hesar dadlur, eiga at beina tær burtur, ella lata handlinum tær aftur.
Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo, eru upplýsingar um matvørur, sum mælt verður frá at eta.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV