Borgarstjórar: Siglingin skal ikki skerjast

Borgarstjórar: Siglingin skal ikki skerjast
Borgarstjórarnir í Sandoynni átala, at broytingar verða gjørdar, uttan at kommunurnar verða hoyrdar
 
24.11.2014 - 11:37

Borgarstjórarnir í kommununum í Sandoynni vísa aftur, at teir hava havt møguleika at ávirka tilgongdina, nú siglingin hjá Teistanum verður skerd leygardag og sunnudag.

Kommunurnar hava einki hoyringarskriv fingið, siga teir fýra borgarstjórarnir, sum átala, at broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini, uttan at kommurnar verða hoyrdar.

- Tað er serstakliga óheppið, at Strandferðslan ætlar at skerja túratalið og harvið tænastustigið á Sandoyarleiðini. Hetta er í andsøgn við tænastustigið á øðrum leiðum, sum knýta oyggjarnar saman, har tænastan verður uppraðfest, og prísirnir lækka, siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni - Brandur Sandoy á Sandi, Gerhard Lognberg í Skopun, Jákup Martin Sørensen í Húsavík og Linjohn Christiansen í Skálavík. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275