Bátahylurin á Válinum verður gjørdur liðugur

Bátahylurin á Válinum verður gjørdur liðugur
 
24.11.2014 - 20:30

Bátahylurin á Válinum verður nú gjørdur liðugur, skrivar Vágaportalurin.

Arbeiðið byrjaði í 2004, men Vestmanna kommuna fekk steðgað arbeiðinum við fútaforboði. Síðani fór málið bæði í Føroya Rætt og í Landsrættin, og tað endaði við, at Kvívíkar kommuna fekk viðhald.

Arbeiðið, ið eftir er at geva, verður mett at kosta 1,2 milliónir krónur. 12.000 rúmmetrar av gróti skulu brúkast, so bátahylurin kann gerast liðugur, og bátabrúgvar skulu eisini útvegast - og leggjast út.

---

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275