- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey handtikin fyri innbrot á Teldutænastuni
Tvey handtikin fyri innbrot á Teldutænastuni
Løgreglan hevur handtikið tveir persónar í samband við innbrotið á Teldutænastuna í Havn gjáranáttina.
22.11.2014 - 11:30
Løgreglan fekk upplýsingar frá fleiri borgarum, og tað hevði við sær, at løgreglan í dag handtók tveir persónar.
Annar persónurin hevur verið til avhoyringar, og hevur játtað seg sekan. Hin persónurin skal eisini avhoyrast í dag.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tey funnu onkrar lutir frá innbrotinum í samband við handtøkuna í dag.
Løgreglan hevur ikki illgruna um, at aðrir persónar eru við í málinum.
Tað var gjáranáttina um trý tíðina, at innbrot var hjá Teldutænastuni á Hálsi í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV