- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður á sjógv í Funningsfirði
Maður á sjógv í Funningsfirði
Hann var deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið
21.11.2014 - 07:55
Ein 83 ára gamal maður fór á sjógv í Funningsfirði í gjárkvøldið. Hann var deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið.
Maðurin, sum búði í Funningsfirði, var sjálvur annar komin heim av útróðri. Hann fór úr bátinum niðan í neystið eftir onkrum, men bráddliga sær hin maðurin hann liggja í sjónum.
Politiið fekk fráboðanina klokkan sjey minuttir í seks í gjárkvøldið. Ikki ber til at siga, hvat er hent, men líksýn verður í dag fyri at staðfesta, hví maðurin doyði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV