- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðar 100 mió. kr. í tilfeingisgjaldi
Góðar 100 mió. kr. í tilfeingisgjaldi
Landsstýrið ætlaði at fáa 137 milliónir krónur frá teimum, sum fiska makrel og sild í ár
21.11.2014 - 08:03
Landskassin hevur higartil í ár fingið 102,5 mió. kr. í tilfeingisgjaldi fyri makrel og norðhavssild.
Tað vísa tøl hjá Vørn, sum Útvarpið hevur fingið haðani.
Landsstýrið ætlaði at fáa 137 milliónir krónur frá teimum, sum fiska makrel og sild í ár.
Nótaskip og ídnaðarskip gjalda tilfeingisgjald fyri makrel og sild.
Kvotan av norðhavssild er fiskað. Men okkurt um 18.000 tons eru eftir av makrelinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV