107 mió. kr. strikaðar í mvg í átta ár

107 mió. kr. strikaðar í mvg í átta ár
Bara í fjør vórðu góðar 29 milliónir avskrivaðar
 
21.11.2014 - 08:06

Seinastu átta árini hevur TAKS strikað 107 mió. kr. í meirvirðisgjaldi. 

Bara í fjør vórðu góðar 29 milliónir avskrivaðar, tí ikki ber til at fáa pengarnar í landskassan. 

TAKS kann bara strika MVG-skuld, tá tann, sum skyldar, hevur fingið játtaða skuldarumlegging, skuldarsanering, ella um felagið er strikað í partafelagsskránni. 

Lógin um meirvirðisgjald varð broytt í 2012, so TAKS fekk víðari heimildir at krevja skuld. 

Og í oktober í fjør boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Landsgrannskoðanini frá, at heimildirnar í lógini verða brúktar. Millum annað kann TAKS taka skrásetingina frá virkjum, so eftirstøðan hjá teimum ikki veksur.

MVG-eftirstøðan var í fjør 7,7 prosent av MVG-inntøkunum. Hon var 90 milliónir krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275