- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast um makrel í dag
Í dag fara ES, Noreg og Føroyar at royna at áseta heildarkvotuna av makreli í 2015.
Fundurin er í Bergen. Ísland er ikki boðið við á fundin. Ísland er ikki við í semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu í ár.
Grønland er heldur ikki við á fundinum í Bergen. Grønland er ikki viðurkent sum strandarland.
Sambært semjuni hjá ES, Noreg og Føroyum er býtið millum londini ásett fyri fimm ár. Men semja er ikki um, hvussu stór heildarkvota skal býtast í 2015.
Føroyska kvotan 156.000 tons
Semjan millum ES, Noreg og Føroyar sigur, at Føroyar eiga 12,60 prosent av kvotuni, sum er býtt millum londini í semjuni. Londini býttu 84,40 prosent av heildarkvotuni millum sín og settu 15,60 prosent av til Ísland, Grønland og Russland.
Føroyska makrelkvotan í ár er 156.240 tons. Hon er um at vera uppi nú.
Tilmælið hjá ICES, Altjóða havgranskingarstovnurin, um makrelkvotu í 2015 er 831.000 til 906.000 tons, sum eru okkurt um 100.000 tons minni enn í ár. Ætlanin er at finna eina semju í dag ella í morgin.
Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið og fyri vinnuna.