Miðnámsskúlanæmingar við serligum tørvi fáa hjálp

Miðnámsskúlanæmingar við serligum tørvi fáa hjálp
Tá skúlaárið byrjar í august næsta ár, skulu miðnámsskúlarnir hava serligt tilboð til ung við serligum avbjóðingum
Ein arbeiðsbólkur er settur at gera ítøkilig uppskot og fyrireika arbeiðið, so miðnámsskúlarnir hava tilboð til ung við serligum avbjóðingum, tá skúlaárið 2015/2016 byrjar
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

18.11.2014 - 16:00

Tað hava landsstýrisfólkini í almannamálum og skúlamálum sett sær fyri. Ein arbeiðsbólkur er settur at gera ítøkilig uppskot og fyrireika arbeiðið. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur hálvan januar næsta ár.

Miðnám í hesum sambandi skal skiljast sum eitt skúlatilboð eftir lokna skúlagongd og upp til 25 ár. Neyðugt er at samskipa frítíðartilboð, stuðulstilboð og bútilboð, so tey stuðla upp undir skúlagongdina.

Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, tá hon á løgtingsfundinum í dag legði fram frágreiðing um rættindini hjá børnum í Føroyum. Og hósdagin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um frágreiðingina.

Tað er ikki av tilvild, at aðalorðaskiftið verður júst hósdagin, tann 20.november. Tí 20. november er altjóða barnarættindadagur. Hóast Føroyar hava bundið seg til at halda barnarættindasáttmálan, halda Føroyar ikki allan sáttmálan, staðfesti ST í 2011.

Í 2016 skulu Føroyar aftur til hoyring í barnarættindasáttmálanum, og hóast vit hava framt batar á nógvum økjum, sum vit fingu ábreiðslu fyri í 2011, so fara vit uttan iva fáa aðrar ábreiðslur, segði Annika Olsen í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212