- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi og Framsókn vilja yvirtaka uttanríkismál
Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál.
Sambært uppskotinum skulu hesi málini koma á føroyskar hendur 1. januar.
Tjóðveldi og Framsókn siga, at fleiri dømi er um, at Føroyar eiga at taka fult ræði á uttanríkispolitikkinum og at umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samtarvi og felagsskapum.
Føroyingar ikki eftirspurdir
Nýggjastu dømini eru, at Danmark tekur avger um tiltøk móti Russlandi, men Føroyar verða ikki eftirspurdar, ella hava ávirkan á viðurskifti, ið kundu havt ógvisligar avleiðingar fyri vinnuna.
Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær, men vit verða ikki eftirspurd, og eingin demokratisk viðgerð er í Føroyum.
Og ES setur umfatandi handilstiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við ósemju um býtið av norðhavssild. Men Danmark, sum skal røkja uttanríkispolitikkin vegna Føroyar, er sjálvt partur av tiltøkunum, siga Tjóðveldi og Framsókn.
Heimildarlógin bindur fyri
Flokkarnir siga, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, hevur bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum. Tí við hesi lógini var fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum eindarríki, har Føroyar eru ein samrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum, siga Tjóðveldi og Framsókn.
.