Cameron: Nýggj búskaparkreppa hóttir

Cameron: Nýggj búskaparkreppa hóttir
Kreppan kann verða líka ring sum tann, ið hevur niðurbundið Evropa seinastu árini, sigur bretski forsætisráðharri
 
17.11.2014 - 08:04

Heimurin kann vera á veg ímóti eini búskaparkreppu.

Tað er niðurstøðan hjá bretska forsætisráðharranum, David Cameron, eftir G20-toppfundin, sum var í Avstralia um vikuskiftið.

Hann metir, at kreppan, sum er á veg, kann gerast líka ring sum tann, ið hevur niðurbundið Evropa seinastu seks árini.

Í eini grein í The Guardian í dag skrivar David Cameron, at gongdin í Bretlandi í løtuni er tekin um afturstig og ótryggleika, og tað kann vera til bága fyri bretska búskapin.

At stígur er í búskapinum í evrulondunum ávirkar bretar, og minkar um bretska útflutningin.

- Í evrulondunum eru tekin um afturstig við øktum arbeiðsloysi, minkandi vøkstri og fallandi prísum, skrivar Cameron.

Ávaringin frá bretska forsætisráðharranum kemur fáar dagar eftir, at stjórnin í bretska tjóðbankanum, Mark Carney, boðaði frá, at afturstig hótta alt Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188