Barnafrádrátturin í landsskattinum hækkar ikki

Barnafrádrátturin í landsskattinum hækkar ikki
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum frá andstøðuni
 
17.11.2014 - 10:29

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá andstøðuflokkunum um at hækka barnafrádráttin úr 6.500 krónum upp í 8.000 kr. um árið. 

Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen siga, at samgongan í 2012 gjørdi stórar skattauimleggingar, og tá hækkaði barnafrádrátturin eisini 1.000 krónur. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at arbeitt verður við at umleggja skattaskipanina. Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at landsstýrsmaðurin eigur at taka møguleikar broytingar í barnafrádráttinum við í hesi umlegging.

Kostar 21 mió. kr.

Minnilutin i fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. 

Tey siga, at barnafamiljurnar er ein av bólkunum í samfelagnum, sum hevur tyngstu byrðarnar, tí kostnaðarstigið er so høgt. Víst verður eisini á, at frá 2009 til 2013 vóru 511 færri kvinnur í burðardyggum aldri, ella stórt sæð tað sama sum afturgongdin í fólkatalinum sama tíðarskeið.

At hækka barnafrdráttin úr 6.500 krónum upp í 8.000 krónur verður mett at kosta 21 milliónir kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188