- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilkomin maður druknaður í Havn
Tilkomin maður druknaður í Havn
Ein tilkomin maður, sum var farin at hyggja til bátin á Kongabrúnni, doyði gjárkvøldið
08.11.2014 - 09:29
Ein tilkomin maður doyði í gjárkvøldið, tá hann - eftir øllum at døma - datt niður ímillum bátin og bátabrúnnar við Kongabrúnna í Havn og druknaði.
Maðurin var farin at hyggja til bátin hjá sær, og tá hann ikki kom aftur, fóru avvarandi at leita.
Løgreglan var eisini boðsend. Motorurin á bátinum gekk, men maðurin var ikki at síggja. Maðurin varð funnin lívleysur á sjónum.
Enn er ógreitt, júst hvat er hent. Ein sjúkrabilur var boðsendur beinanvegin og maðurin var í skundi fluttur á sjúkrahúsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV