- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup á Borg í Vangamyndini
Hann var heilt ungur, tá hann fór at spæla við besta liðnum hjá B36, og enn er Jákup á Borg millum fremstu fótbóltsspælarar okkara
Og har hann er, er hann heilur. Sterki viljin at vinna - saman við góða spælinum - ger liðskiparan í B36 til ein tann mest vinnandi á føroyska fótbóltsvøllinum nakrantíð.
Jákup er dámligur maður, men á vøllinum kann sterki viljin koma til sjóndar og tað hevur givið onkran samanbrest við annaðhvørt mótleikara ella dómara, og okkurt gult kort hevur hann fingið fyri tað, men afturfyri kann so eingin koma og siga, at royndi liðskiparin ikki gevur alt, hann eigur.
Átjan ár á besta liðnum hjá B36 og HB og á landsliðnum hava givið Jákupi nógv góð upplivilsi, og tú merkir, at hann fegnast um tey, tá hann sigur frá.
Bogi Godtfred tosar við Jákup á Borg í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld.