Marna skal leiða eldraøkið í Norðoyggjum

Marna skal leiða eldraøkið í Norðoyggjum
Marna Arge Ellingsgaard, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligar royndir innan eldraøkið.
Jógvan Skorheim og Marna Arge Ellingsgaard
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
23.10.2014 - 12:01

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, hevur samtykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðari fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum.

Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Setanarbólkur varð settur at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til stýrið, sum á fundi mikudagin 22. oktober 2014 samtykti at seta Marnu Arge Ellingsgaard í starvið.

Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligar royndir innan eldraøkið, við tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni yvir eitt 18 ára tíðarskeið, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðani í góð 5 ár sum leiðar á eldrasambýlunum í Klaksvík. Eisini hevur hon fakligar royndir innan heilsuverkið frá tí medisinska- og tí kirurgiska økinum, frá instensivari deild, hospice og sum lærari í sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum.

1. januar 2015 yvirtekur Norðoya Bú- og Heimatænastu eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og Marna Arge Ellingsgaard byrjar tá formliga í leiðarastarvinum. Nógvar fyrireikingar skulu kortini gerast innan ta tíð, har Marna sum leiðari hevur ein týðandi leiklut

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079