- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðuflokkar vilja hava fimm yvirtøkur 1.januar
1.januar næsta ár eiga føroyingar at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit.
Tað halda Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava lagt fram lógaruppskot um yvirtøkuna.
Flokkarnir siga, at útlendingamál hava nú verið politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í nógv ár.
Og í líka nógv ár hevur verið tosað um at yvirtaka málsøkið. Bæði sitandi samgonga og undanfarna samgonga hava ætlað at yvirtikið útlendingamálini og eftirlitið á føroysku landamørkunum.
Í lagi í Danmark
Og í Danmark hevur stjórnin ikki verið í móti yvirtøkuni.
Í 2009 undirskrivaðu Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, felagsyvirlýsing um hesa yvirtøkuna.
Og longu í desember í 2003 vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi. Ein drúgv frágreiðing um málið varð eisini gjørd tá.
Teir tríggir andstøðuflokkarnir, sum eiga nýggjasta uppskotið um yvirtøkuna, siga, at yvirtøkan fer at kosta landskassanum fimm milliónir krónur um árið.
Men longu nú kostar Útlendingastovan 2,2 mió. kr., so 2,8 mió. kr. skulu afturat játtanini.
Tjóðveldi og Framsókn skjóta eisini upp at yvirtaka uttanríkismál, verjumál og trygdarmál um góðar tveir mánaðir.