Ingen gass!

Ingen gass!
Hóast russar hótta ES við gassstongsli, ætlar Noreg ikki at útflyta meiri gass til ES.
Norski orkumálaráðharrin, Tord Lien, avmyndaður við oljupall í Norðsjónum.
Mynd: NTB scanpix  
 
18.10.2014 - 09:02

Fer Russland at skrúva gassveitingina til Vestureuropa fyri, kemur einki gass úr Noregi ístaðin. Tað sigur norski orkumálaráðharrin, Tord Lien, við ES, sum í summar bað um at sleppa at keypa meiri gass úr Noregi.

ES og Russland eru ósamd um støðuna har eysturi í Ukraina og á Krim, og tí hava londini í ES sett tiltøk í verk ímóti Russlandi. Óhugsandi er ikki, at Russland fer at svara aftur við at lata ES minni gass í vetur.

Fleiri ES-lond keypa alt sítt gass úr Russlandi. Tey siga seg stúra fyri, at bæði fólk og fyritøkur kunnu fáa ov lítið av orku, um Russland fer at skamta gassið. Og Noreg sigur seg ikki vera ført fyri at útvinna meiri gass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV