- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið taka støðu í byrsumálinum á Sandi
Løgreglan hevur gjørt avhoyringar í málinum um byrsumannin í grindini heima á Sandi, og málið er nú latið ákæruvaldinum. Tað kom fram í Degi & Viku í sjónvarpinum mánakvøldið.
Sea Shepherd royndi í sambandi við grindina á Sandi at forða grindadrápinum, men løgreglan handtók fleiri Sea Shepherd limir. Tí kundi grind haldast til uttan stórvegis trupulleikar.
11. september kom so fram í Degi & Viku, at Sea Shepherd hevði meldað ein sanding fyri at hava hótt tey við byrsu undir drápinum. Tey høvdu eisini videoupptøkur av hesum, sum hava verið vístar í sjónvarpinum.
SÍ EISINI Sea Shepherd meldað byrsumann
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Kringvarpið, at Løgreglan nú hevur gjørt avhoyringar í málinum, og ein maður um 60 ára aldur hevur viðgingið, at hann hevði eina byrsu frammi undir grindadrápinum, stutt frá Sea Shepherd limunum, sum vassaðu úti í sjónum.
Løgreglan hevur tí latið ákæruvaldinum málið. Ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um talan er um hóttan ella ikki.