Vaktarskifti í ES-nevndini, Vella fyri Damanaki

Vaktarskifti í ES-nevndini, Vella fyri Damanaki
Nýggju ES kommisserarnir taka við 1.november
Um tríggjar vikur skulu føroyingar togast við Karmenu Vella um uppsjóvarfiskin.
 
10.10.2014 - 09:40

Um tríggjar vikur tekur nýggja ES-nevndin við. 

Á trimum økjum - tey eru fiskivinna, handil og gransking, hava Føroyar formligar avtalur við ES.

Á hesum økjum hava samskifti og samband við avvarðandi ES-nevndarlimir týdning fyri føroyingar, sigur føroyska sendistovan í ES.

Sosialdemokraturin Karmenu Vella av Malta tekur við eftir kendasta ES-kommisserin í Føroyum, Mariu Damanaki.

Næstu fimm árini skal hann umsita fiskivinnu, sjóvinnu, aling og umhvørvi fyri ES. 

Uppsjóvarfiskurin 

Hetta vera fimm ár við torførum samráðingunum millum strandarlondini, millum annað Føroyar og ES, um norðhavssild og svartkjaft. 

Karmenu Vella er føddur í 1950. Hann er útbúgvin arkitektur og sivilverkfrøðingur, men hevur eisini útbúgving í ferðavinnu. 

Hann varð fyrstu ferð valdur á ting á Malta í 1976. Hann hevur í fýra umførum verið ráðharri á Malta.

Cecilia Malmström úr Svøríki, hon er í Liberala flokkinum har, fer at umsita handilsmálini frá 1.november, og Carlos Moedas úr Portugal, eins og Karmenu Vella er hann sosialdemokratur, verður ES-kommisserur í gransking, vísindum og íverksetan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV