Ongar samráðingar um limaskap og eingin stuðul

Ongar samráðingar um limaskap og eingin stuðul
ES metir Ísland framvegis at vera týðandi samstarvspartur, men tekur aftur stuðul til Íslands
Ongar samráðingar um limaskap hava verið millum ES og Ísland í hálvt annað ár.
 
09.10.2014 - 07:37

Ongar tingingar um íslendskan limaskap í ES hava verið síðani í mai í fjør, tá nývalda íslendska stjórnin avgjørdi at steðga við samráðingunum um treytirnar fyri limaskap.

Tað stendur í nýggjari frágreiðing frá deildini hjá ES, sum umsitur samráðingar við lond, sum spyrja um limaskap. 

Støðan hjá íslendsku stjórnini hevur eisini gjørt, at IPA-stuðulin frá ES til Íslands so líðandi heldur uppat. 

Missir stuðul

Lond, sum hava spurt um limaskap í ES, fáa IPA-stuðul til umsiting og undirstøðukervi. Endamálið við stuðlinum er at gera londini betur før fyri at vera við í evropeiska samstarvinum.

Ísland hevur fingið IPA-stuðul til millum annað at útbúgva vaksin fólk og endurbúgva fólk, so tey kunnu fara til arbeiðis.

ES leggur tó dent á, at Ísland er framvegis týðandi samstarvspartur hjá ES. Ísland er í EBS, Schengen og í Arktiska ráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV