Størri skattalætta til hægru inntøkurnar

Størri skattalætta til hægru inntøkurnar
Norðmenn, ið hava høgar miðalinntøkur, fáa størri skattalætta enn teir við lágum inntøkum, sambært fíggjarlógaruppskotinum, ið varð lagt fram í dag
 
08.10.2014 - 17:43

<p>Norðmenn, sum hava eina meðalinntøku, kunnu vænta sær 1600 krónur í skattalætta næsta ár, men tey, sum forvinna meiri enn tvær milliónir kr. um árið, fáa størsta skattalættan, skrivar NRK.</p>

<p>Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum stjórnin legði fyri Stórtingið í dag, fáa fólk, sum forvinna 150.000 kr., 500 kr. í skattalætta.&nbsp;Tey, sum forvinna meiri enn tvær milliónir, fáa 38.400 krónur minni í skatti.</p>

<p>Stjórnin ætlar at nýta 164 milliardir krónur úr oljugrunninum, sum eigur 5.000 milliardir kr., sambært uppskotinum. Tað eru trý prosent meiri enn í fjør, og tað er fyrstu ferð, at meiri enn 150 milliardir krónur verða nýttar úr oljugrunninum í einum ári.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV