Arbeiðsgevarar leggja seg út í valstríð

Arbeiðsgevarar leggja seg út í valstríð
Grønlendsku arbeiðsgevararnir leggja seg nú út í valstríðið upp undir landstingsvalið 28. november. Teir stúra fyri búskaparligu støðuni í landinum
Arbeiðsgevarar í Grønlandi stúra fyri búskaparligu støðuni hjá landinum. Tí leggja teir seg nú út í valstríðið undan valinum, ið verður 28. november
Mynd: AP  
 
08.10.2014 - 17:02

<p>Stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, og nevndarformaðurin, Henrik Leth, heita á floksformenninar um ikki at lova ov nógv í valstríðnum.</p>

<p>Teir stúra fyri búskaparligu støðuni í Grønlandi og vísa á, at ráevnisævintýrið er ikki komið enn. Fleiri leiðandi politikkarar hava nevnt, at neyðugt er við einum breiðum politiskum samstarvi eftir valið, og tað taka arbeiðsgevararnir undir við.</p>

<p>- Grønland er so tætt við at fara út av eggini búskaparliga, at bara eitt breitt samstarv um nýskipanir og endurreisingarpolitikk kanna tryggja vælferðina og størri sosialan javnað, siga stjórin og nevndarformaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum. Teir ávara eisini um, hvar veljarin setur krossin 28. november.</p>

<p>- Tað er ábyrgd veljarans, at nývalda landstingið verður mannað við politikarum, sum hava landspolitiskan sjónarring, vilja og evni at fremja neyðugu nýskipanirnar, sum verður eitt trygt politiskt og búskaparliga fyri alt landið, sigur leiðslan í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV