Landsstýrið vil hava rentustuðulin at lækka

Landsstýrið vil hava rentustuðulin at lækka
Rentustuðulin til sethúsaeigarar skal lækkast til 30 prosent eftir nøkrum árum. Endamálið er at spara á fíggjarlógini.
Jørgen Niclasen legði á leið sama uppskot fram í fjør, men Løgtingið tók ikki undir við tí.
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2014 - 11:41

Løgtingið skal taka støðu til, um sethúsaeigarar skulu missa nakað av rentustuðlinum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har hann mælir til at lækka rentustuðulin við einum prosentstigi um árið, næstu fimm árini. Rentustuðulin er í dag 35 prosent og skal eftir ætlan vera 30 prosent í 2019. 

Hvørja lagnu uppskotið fær í løgtinginum, er óvist. Løgtingið viðgjørdi sama spurning í fjør, men tá fall uppskotið. Ein samd fíggjarnevnd strikaði hendan partin av uppskotinum.
  
Tá var tó samtykt at lækka hámarkið stigvíst úr 115.000 kr til 100.000 kr. næstu árini.

Uppskotið at lækka rentustuðulin er lagt fyri løgtingið saman við fíggjarlógaruppskotinum í royndini at venda hallinum á fíggjarlógini til yvirskot í 2016. 

Verður tað samtykt, sparir løgtingið 2,5 milliónir krónur í rentustuðli í 2015 og 12,5 mió. í 2019.

Tey, sum skylda tvær milliónir krónur í sethúsunum við eini rentu á 4 prosent, missa 804 krónur um árið í rentustuðli, verður umskotið samtykt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982