- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ridluskriði og barsilsskipan
Uppskotið merkir meirútreiðslu fyri landið upp á 24,8 milliónir krónur í mun til fíggjarlógina. Og hetta skal leggjast oman á tær 9,7 milliónirnar, sum Løgtingið frammanundan hevur veitt í eykajáttanum í hesum fíggjarárinum.
Strandferðslan
Millum annað verður biðið um 3,45 mió. kr. afturat til Strandfaraskip landsins.
Framrokningar vísa, at hallið hjá stovninum verður seks milliónir krónur í ár. Strandferðslan hevur sjálv funnið góða hálva triðju millión.
Millum annað verður viðlíkahald fyri hálva aðru millión útsett til næsta ár, yvirtíðin skal minka, og tillagingar skulu gerast í vetrarferðaætlanini.
Ridluskriði
Biðið verður um 400.000 kr., so haldast kann fram við verkætlanini at ala seyð burtur úr ridluskriða.
Verkætlanin byrjaði í fjør, men bleiv ikki liðug fyri ársskiftið.
Barsilsskipanin
Barsilsskipanin hevur brúk fyri næstan 13 milliónum afturat, tí lógin er broytt, og ein avgerð hjá Kærunevndini kann kosta skipanini góðar 2,5 mió. kr.
Heilsutrygd
Heilsutrygd skal hava 4,6 mió. kr. afturat, og størstu hækkingarnar í uppskotinum um eykajáttan eru til arbeiðsfremjandi tiltøk, átta milliónir krónur, og fólkapensjón, 8,2 milliónir.
Ikki bara útreiðslur
Løgmansskrivstovan letur landskassanum tvær milliónir aftur, tí gerðarrættarmálini móti ES eru tikin aftur.
Og Apoteksverkið fer at hava fýra milliónir krónur í vinningi í ár, sum so fara av aftur játtanini í fíggjarlógini.
Tingfundurin byrjar klokkan 10. Umframt tingfundin í dag verður eisini tíðindafundur um fíggjarlógina í dag.