- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kapping um at prýða býbussarnar í Klaksvík
Næmingarnir hava undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, og síðani gjørt eina greining av orðatakinum, teir hava valt - verði hetta seg í myndum, orðum ella tekningum.
Nú fer dómsnevnd at meta um arbeiðið, og bestu fimm uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum. Besta ískoyti fær harumframt eisini ein peningarligan vinning.
Ognarkenslan
Endámalið við kappingini er, at styrkja ognarkensluna hjá børnunum í býnum, so tey kenna, at tey eiga lut í býarbussunum.
- Hetta eitt serstakt høvi hjá børnum og vaksnum at tosa um orðatøkini, føroyska mentan og annað viðkomandi, tá tey sita í bussinum, siga fyriskiparir Fríða Næs og Anniku Kunoy.
Býarbussarnir í Klaksvík hava verið sera nógv nýttir síðani teir vórðu settir í rutu fyri góðum mánað síðani, og er tað serliga skúlabørnini sum nýta bussarnir nógv.