- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevnd hjá løgtinginum fær advokat at hjálpa sær
Sigmund Poulsen, advokatur, skal hjálpa grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannar Eik grunnin og eftirlitið við grunninum.
Nevndin samtykti í gjár at seta Sigmund Poulsen sum skrivara og kanningarráðgeva hjá nevndini.
Í grein 19 nevndini eru trý løgtingsfólk, Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum er formaður, Kristina Háfoss í Tjóðveldi er næstforkvinna og triði nevndarlimurin er Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum.
Arbeiðssetningur
Í síðstu viku orðaði nevndin endaliga arbeiðssetningin.
Kanningin skal í høvuðsheitum lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í ár, og hon skal lýsa eftirlitið við Eik grunninum í hesum sama tíðarskeiði.
Kanningin skal staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlagið og eftirlitið við Eik grunninum.
Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik grunninum frá 2002, til grunnurin gavst í 2010, og staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlag, viðtøkur og virksemið hjá Eik grunninum.
Endamálið er í báðum førum at vísa á, hvat skal gerast fyri at forða fyri endurtøkum, bæði viðvíkjandi mannagongdum og avleiðingum.
Eykajáttan
Formansskapurin í løgtinginum fer at biðja løgtingið um eykajáttan til báðar kanningarnar, sum nú verða gjørdar fyri løgtingið.
Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólk kanna privata Eysturoyartunnilin, og grein 19 nevndin kannar Eik grunnin og grunnaeftirlitið.