- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lættari enn væntað hjá lærarum at fáa starv
Skúlablaðið <a href="http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&M=News&PID=1962&N... target="_blank">skrivar, at sambært Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum siga bara tveir lærarar av teimum 32, sum fingu prógv í summar, seg vera arbeiðsleysar.
21 arbeiða í fólkaskúlanum, ein í Skúlanum á Trøðni, fimm eru farin undir víðari lestur, og trý eru í øðrum, viðkomandi starvi, sum sagt verður.
Sambært Námsvísindadeildini arbeiða øll 35, sum fingu læraraprógv í fjør, og bara ein er arbeiðsleysur av teimum 32, sum gjørdust lærarar í 2012.
Fólk, sum júst hava fingið læraraprógv, sleppa ikki í ALS, um tey ikki fáa lærarastarv.