- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendski uttanríkisráðharrin spurdur um Næraberg
Í morgin verður fundur um Hoyvíkssáttmálan í Reykjavík.
Hetta er árligi fundurin hjá Hoyvíksráðnum, sum er ovasti myndugleikin viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, sum er fríhandilsavtala millum Føroyar og Ísland.
Í Hoyvíksráðnum eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur uttanríkismálini í landsstýrinum, og íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson.
Grønland við
Í fjør var semja um at bjóða grønlendsku landsstýrisforkvinnuni við á fundin í ár, tí bæði Føroyar og Ísland halda tað vera skilagott, at Grønland kemur upp í Hoyvíkssáttmálan.
Og á fundinum í Reykjavík í morgin verður Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, við sum eygleiðari.
Á fundarskránni eru millum annað útflutningur av føroyskum heilivági til Íslands og Næraberg.
Næraberg skal ikki endurtakast
Næraberg fór úr Reykjavík í gjár og er nú á veg aftur til fiskiskap í grønlendskum sjógvi.
Løgmaður ætlar kortini at viðgera Nærabergsmálið í morgin fyri, sum hann sigur, at tryggja, at slík støða ikki endurtekur seg.
Í Føroyum er stór misnøgd við Hoyvíkssáttmálan. Politikarar, bæði í samgongu og andstøðu, halda, at sáttmálin, sum er frá 2005, gevur Íslandi nógv fleiri fyrimunir enn Føroyum.
Løgmaður fer til Íslands í dag.
Útnorður á ráðharrastig
Hann verður við á fundinum hjá Útnorðurráðnum í dag. Ein ætlan um at styrkja útnorðursamstarvið, so samstarvið eisini verður á ráðharrastigi, verður umrødd í Reykjavík í dag.
Útnorðurráðið er samstarv millum tingfólk. Á fundinum í dag tekur Bill Justinussen, løgtingsmaður, við sum formaður í Útnorðurráðnum.