- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anita fingið nýtt loyvi at royna við gørnum
Fríggjadagin fekk Anita nýtt fiskiloyvi frá Vørn, sum er galdandi í fiskiárinum, sum byrjar í dag.
Eins og í farna fiskiári hevur Anita loyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum.
Hósdagin boðaði løgmaður frá, at hann ætlar at taka veiðiloyvið frá Anitu, tí skipið skal hava brotið fiskivinnulóggávuna. Tað er kortini ikki staðfest í rættinum enn.
Reiðaríið hjá Anitu hevur freist til mikudagin at gera viðmerkingar um ætlanina hjá løgmanni at taka veiðiloyvið frá Anitu.
Kunnu fara í rættin
Í 1998 kom at standa í lógini um vinnuligan fiskiskap, at brot á reglur, ásettar við heimild í lógini, kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin kann taka aftur rættindi eftir lógini endaliga ella fyribils.
Í hesum førinum var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ógegningur at viðgera Anitu, tí skiparin er bróðir aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Tí endaði Anita hjá løgmanni.
Sambært lógini kann avgerðin hjá løgmanni skjótast inn fyri Føroya rætt innan tvær vikur. Men tað hevur tó ikki stegðandi virknað.
Freistin hjá reiðaríinum, P/f Seta, at fara í rættin er til 11.september.