- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soppur: Vánalig inniluft gevur einki endurgjald
Fólk, sum keypa ella selja hús, sum eru fongd við blámusoppi, kunnu ikki tryggja seg móti eitt nú ringari inniluft.
Mánadagin koma í gildi tvær kunngerðir um ognarskiftistrygging.
Sambært lóg frá 2011 kunnu tey, sum selja hús, fáa gjørda eina frágreiðing um, hvørjum standi, húsini eru í. Við hesari støðufrágreiðingini ber til at keypa trygging, sum tekur við, um okkurt kemur undan kavi, sum ikki sást, tá húsini vórðu seld.
Fevnir bert um fysiskar skaðar
Mánadagin 1.september koma í gildi "Kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftis-tryggingar" og "Kunngerð um húsa-skoðanarskipan." Vinnumálaráðið ger vart við, at kunngerðin fevnir bara um fysiskar skaðar, sum standast av soppavøkstri.
Aðrar avleiðingar av soppavøkstri, so sum vánalig inniluft, geva ikki endurgjald.
Orsøkin er, sigur Vinnumálaráðið, at kanningarhættirnir eru so mikið óvissir, at úrslitini lættliga kunnu vera skeiv. Harafturat kann soppavøkstur broytast. Tað veldst um, hvussu húsini verða brúkt. Millum annað matgerð og reingerð kunnu ávirka soppavøkstur.