- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarin: Løgmaður fær svar um Anitu
Reiðarin á garnaskipinum Anitu hevur ongar viðmerkingar til, at løgmaður nú ætlar at taka veiði- og fiskiloyvini frá Anitu.
- Vit hava fingið eitt hoyringarskriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, har hann boðar frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá garnaskipinum, Anitu. Og málið gongur sína gongd.
Tað er einasta viðmerkingin sum fæst frá reiðaranum á Anitu, Sørin Christiansen.
- Vit hava ikki meir at siga, og advokatur tekur sær av málinum, og vit fara at svara løgmanni, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður boðaði í gjár frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá Anitu. Løgmaður viðger sjálvur málið, tí Fiskimálaráðið hevur ikki gegni at viðgera tað.
Reiðaríið Seta skal svara hoyringarskrivinum í seinasta lagi mikudagin.