Innlandsísurin bráðnar skjótari enn væntað

Innlandsísurin bráðnar skjótari enn væntað
Innlandsísurin í Grønlandi bráðnar nógv skjótari, enn væntað varð. Nyggj gransking vísir, at ísurin minkar við 375 kubikk-kilometrum á hvørjum ári
Innlandsísurin í Grønlandi bráðnar tvífalt so skjótt, sum mett annars varð
Mynd: AP  
 
25.08.2014 - 11:52

<p>Hetta er tvífalt so nógv, sum metingarnar annars vóru, skrivar Danmarks Meterologiske Institut, DMI í einum tíðindaskrivi. Nýggja kanningin er gjørd av European Space Agency (ESA) og Alfred Wegener Institute.</p>

<p>Kanningin vísir, sambært DMI, at samanbræðingin er meira enn tvífalt so stór, síðani fyrsta áratíggið í hesi øldini. Hetta merkir, at bráðnaður innlandsísur í Grønlandi nú elvir til, at sjógvurin fløðir ein millimetur meira á hvørjum ári.</p>

<p>- Tað tykist, sum hitin í Norðureuropa er fluttur upp til Grønlands, sigur Kristian Pagh Nielsen, alisfrøðingur á DMI í tíðindaskrivinum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV