Frakland skal hava nýggja stjórn

Frakland skal hava nýggja stjórn
Stjórnin í Fraklandi hevur lagt frá sær. Nýggja stjórnin í Fraklandi verður almannakunngjørd í morgin
Franski forsetin, François Hollandes (til høgru), hevur biðið forsætisráðharran hjá sær, Manuel Valls (til vinstru), um at skipa nýggja stjórn í Fraklandi
Mynd: AP  
 
25.08.2014 - 10:45

<p>Franski forsetin, François Hollandes, hevur biðið forsætisráðharran hjá sær, Manuel Valls, um at skipa nýggja stjórn, skrivar tíðindastovan Reuters.</p>

<p>Valls hevur verið forsætisráðharri síðan mars mánað, tá Hollande vildi tekkjast fólkinum meira, eftir at hava framt ógvusligar broytingar, fyri at bøta um búskapargongdina í landinum.</p>

<p>Higartil hevur ikki eydnast honum at fáa betri undirtøku millum fólki, og Hollande er ringast umtókti forsetin í Fraklandi í nýggjari tíð, sambært tíðindastovuni.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV