Veiðibann: Ov nógv sild uppií

Veiðibann: Ov nógv sild uppií
Bannið kemur í gildi seinnapartin, og er galdandi til 2. september
Skip, sum fiska makrel, hava fingið meiri enn loyvdu 10 prosentini av norðhavssild sum hjáveiði
 
19.08.2014 - 11:20

Fiskiveiðieftirlitið hevur sett bráðfeingis veiðibann at fiska við uppsjóvartroli á hesum øki, tí ov nógv norðhavssild er uppi í veiðuni. 

1. 6410N - 0554V

2. 6343N - 0554V

3. 6343N - 0730V

4. 6410N - 0730V

5. 6410N - 0554V

Veiðbannið er galdandi fyri øll føroysk skip, ið hava loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í ár. Tó eru tey undantikin, ið hava tillutaða kvotu av øðrum uppsjóvarfiski.

Orsøkin til bráðfeingis veiðubannið er, at skip, ið hava roynt eftir makreli í økinum, hava boðað frá, at tey hava fingið meira norðhavssild, enn tey mest loyvdu 10 prosentini, verður sagt á Fiskiveiðueftirlitinum.

Veiðibannið kemur í gildi í dag klokkan 14, og tað er galdandi til 2. september klokkan 14

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881