Hava rakt við makrel í Eysturgrønlandi

Hava rakt við makrel í Eysturgrønlandi
Tað kemur óvart á grønlendskar lívfrføðingar, at makrelur er sunnan fyri Hvarvið, og at gýtandi makrelur er í grønlendskum sjógvi
 
19.08.2014 - 08:04

Grønlendska havstovan hevur funnið makrel í Eysturgrønlandi, skrivar Sermitsiaq.

Grønlendska havstovan hevur eins og føroyska, íslendska og norska havstovan gjørt yvirlitstrolingar í summar. Sambært Sermitsiaq er tað komið óvart á grønlendsku lívfrøðingarnar, at makrelur er sunnan fyri Hvarvið, og at gýtandi makrelur er funnin í grønlendskum sjógvi.
   
Yvirlitstrolingarnar vóru lidnar fyri góðari viku síðani, sigur grønlendska havstovan í tíðindaskrivi. Sambært Sermitsiaq vænta lívfrøðingar eisini at finna makrel vestanfyri, men enn er økið ikki kannað. 

Finnur Fríði kannaði fyrr í summar í føroyskum sjógvi.

Minni makrelur og sild

Kanningarnar vístu, at nakað minni var til av makreli og sild í øllum økinum samanborið við í fjør. Mest var at fáa norðanfyri, meðan væl minni var til sunnanfyri og vestanfyri. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini uppi í veiðini, og viðhvørt var eisini nakað av heilt smáum svartkjafti at fáa.

Úrslitini frá øllum yvirlitstrolingum skulu leggjast fram á einum fundi í ICES í Keypmannahavn , sum byrjar 26 august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881