- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipsførari: - Óforsvarligt at bátarnir sigldu
Árliga regattain, har siglt verður av Eiði til Nólsoy, byrjaði fríggjakvøldið, tá bátarnir fóru av Eiði til Hósvíkar. Tað gekk tó ikki sum ætlað, tá bátarnir skuldu sigla undir Brúnna við Streymin í gjárkvøldið.
- Tað var óforsvarligt, og onkur bátur fekk onkran smávegis skaða, sigur Eyðun Andreasen í Streymnesi, skipsførari, og sum eisini var við í bátafylginum fríggjakvøldið.
Tá smábátarnir sigldu undir Brúnni um Streymin var av harðasta streymi, hóast tey høvdu fingið at vita, at tað skuldi vera av bestu líkindum at sigla um streymin á nátturða fríggjakvøldið.
Misskiljing kom í
Tað er Hósvíkar róðrarfelag, ið skipar fyri árligu regattaini. Tey hava tískil eisini evstu ábyrgd av, at trygdin er í lagi, tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar, har eisini nakrir bátar sigla víðari til Nólsoy dagin eftir.
- Har hendi ein misskiljing, tá bjargingarbáturin Lív fekk eina óvæntaða uppgávu við at sleipa ein bát. Tað er okkara ábyrgd, og tað taka vit sjálvandi á okkum, sigur Maiken Hammer í nevndini í Hósvíkar róðrarfelag.
Tey fara nú at taka saman um árligu regattaina. Hon sigur, at tey longu nú hava avgjørt, at tað verða nakrar broytingar gjørdar næsta ár, millum annað við fleiri bjargingarbátum, tí trygdin skal vera í lagi, sigur hon.