- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frískúlanæmingar fingið pláss í øðrum skúlum

Næmingarnir eru skrivaðir inn í fleiri skúlar. 11 næmingar fara í Sankta Frans skúla, 8 næmingar farnir í Eysturskúlan, 7 í Venjingarskúlan, tríggir í Hoyvíkar skúla, tríggir í Kommunuskúlan og tveir næmingar eru farnir í skúlan á Argjahamri.

Tórshavnar kommuna manglar at fáa afturmelding um, hvar tveir næmingar fara. Kommunans sigur, at foreldur og børn sjálvi hava gjørt av, hvønn skúla børnini skulu ganga í, og hava sjálv sett seg í samband vid skúlarnar.

SÍ EISINI Frískúlin við Hoyvíkstjørn søga

Tó hevur verið fult í nøkrum flokkum, sum næmingarnir ynsktu at koma í. Pláss hevur heldur ikki verið fyri, at allir næmingar komu í sama skúla.

Sunneva Maria Gudmundsson, fyrrverandi skúlastjóri í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at tá skúlin lat aftur, heitti hon á foreldrini um at tosa saman og samskipa tað soleiðis, at næmingarnir koma at ganga í flokki saman við onkrum, sum tey kenna.

SÍ EISINI Foreldur: - Eg eri sjokkeraður

Fyrrverandi skúlastjórin í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at nakrir næmingar eru komnir í sama flokk. Frískúlin við Hoyvíkstjørn boðaði mitt í juli frá, at skúlin ikki helt fram eftir summarfrítíðina .

Orsøkin, til at Frískúlin við Hoyvíkstjørn stongdi, er millum annað hon, at skúlin seinastu árini hevur fingið ov fáar nýggjar næmingar.