Nógv fleiri milliónir at byggja fyri

Nógv fleiri milliónir at byggja fyri
Hálv milliard til nýbygging og umvæling, men minni til rakstur hjá Landsverki
Størsta íløgan í landsvegakervið er tunnilin til Viðareiðis. Arbeiðið fór í gongd fyri góðum trimum vikum síðani
 
17.07.2014 - 08:02

Umvælingar og nýbygging hjá tí almenna taka rættiliga dik á seg í ár. 

Árini 2013-2014 eru slakar 500 milliónir krónur settar av til almenna bygging og til umvælingar.

Størsta verkætlanin er Skúladepilin við Marknagil, sum fer við 202,3 milliónum krónum árini 2013-2014, skrivar Landsverk í sínari ársfrágreiðing.

Bústovnar verða bygdir fyri 90 milliónir og góðar 54 milliónir fara til Landssjúkrahúsið. 

Minni til rakstur

Íløgur í vegir og tunlar eru eisini vorðnar nakað størri. Í 2013-2014 fer meira ein enn triðingur av íløgunum í landsvegakervið til Viðareiðistunnilin.

Samstundis sum løgtingið játtar nógv meira til íløgur, fær Landsverk ikki meira til rakstur, heldur tvørturímóti.

Landsverk skrivar í ársfrágreiðingini, at síðani 2012 eru íløgurnar í bygningar vaksnar rættiliga nógv, íløgur í infrakervið eru eisini hækkaðar nakað, men játtanirnar til rakstur seinastu longu árini eru tódnaðar.

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976