- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitaðu eftir fullum manni í báti
Løgreglu-varðferðin (patruljan) í Norðurøkinum varð stødd við Brúnna í Sundalagnum, og ráðiligt var ikki at bíða eftir teimum.
Tí sendi løgreglan boð eftir bjargingarbátinum, Ziska, úr Klaksvík at leita eftir manni og báti, so at maðurin ikki kom sær í óføri.
Ziska fór alt fyri eitt at leita, og fann seinni bátin liggjandi við bryggju á einum av útoyggjunum, og maðurin var, eftir øllum at døma, komin upp á land.
Harðskapur í Havn
Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var sligin í andlitið uttanfyri eitt skeinkingarstað í Havn.
Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at maðurin varð skumpaður, datt og fekk skaða í høvdið av fallinum.
Ongar vitnisfrágreiðingar eru tó um, at maðurin skal verða sligin ella sparkaður í høvdið, soleiðis sum fráboðanin ljóðaði. Men talan er kortini um harðskapsmál, tí at skumpa er eisini harðskapur.
Annars hevur løgreglan í Havn koyrt nøkur full fólk heim í nátt, verður sagt av politistøðini í Havn.