- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar eiga at keypa rúsdrekka í handlum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/b055220f0b66f7e892719ad03cc0bb74.png?itok=hgB5hAA5)
Vilhjálmur Arnason, altingslimur fyri Sjálvstæðisflokkin, sigur við blaðið Vísir, at málið hevur skund. Hann væntar, at rúsdrekkavanarnir hjá íslendingum fara at broytast, soleiðis, at fólk keypa meira av víni at hava aftur við matinum, og ikki stórkeyp, tá tey einaferð fara í Einkarsøluna at keypa.
- Vit loysa ikki rúsdrekkatrupulleikarnar í landinum við avmarkingum, men heldur við opinleika og upplýsing um vandan við rúsdrekka, sigur Vilhjálmur Arnason.
Undirtøka fyri uppskotinum
Blaðið hevur spurt altingslimir, um teir taka undir við uppskotinum hjá Vilhjálm.
Í hvussu er 30 altingslimir fara at atkvøða fyri uppskotinum, um tað verður lagt fyri tingið og 22 hava ikki tikið støðu. Fyri at uppskotið skal verða samtykt, verður neyðugt hjá samgonguni at fáa tveir andstøðu-tinglimir at atkvøða fyri uppskotinum, skrivar Visir.is.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at uppskot um sølu av rúsdrekka í handlum. Í 2007 varð uppskot lagt fyri Altingið, og tað fall. Og aftur í 2008, og tá fall tað eisini, skrivar Visir.is.