Ukraina er um at detta sundur

Ukraina er um at detta sundur
Politiskt er Ukraina enn partur av kalda krígnum og er um at fara á húsagang, sigur ein danskur serfrøðingur í eysturevropeiskum málum.
Ukraina er leikpallur fyri tað, sum eftir er av kalda krígnum millum eystur og vestur
Mynd: Savnsmynd  
 
08.07.2014 - 10:25

Stjórnarherurin í Ukraina tekur aftur býir, sum russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava havt valdið á. Tískil kann tað tykjast sum um, at Ukraina kemur burtur úr kreppuni uttan at detta sundur, men kortini halda serfrøðingar, at tað verður torført at varðveita Ukraina sum eina statseind.

- Ukraina hevur so stórar fíggjarligar trupulleikar, at landið er um at fara av knóranum. Tí hava vit við ein miseydnaðan stat at gera, har lítið ella einki virkar, sum tað eigur, sigur Karsten Jacob Møller, ið arbeiðir á danska instituttinum fyri altjóða gransking DIIS

Tað er kanska í meira lagi at samanbera støðuna í Ukraina við hana í Somalia, men tað gongur tann vegin, sigur Karsten Jacob Møller, sum fyrr hevur arbeitt sum sendimaður verjumálum á donsku sendistovunum í Moskva, Kiev og Minsk.

- Vestanfyri ganga fólk við einum ynski um, at Ukraina skal menna seg til eitt land við fólkaræði. Tað krevur ein vilja til at geva frá sær vald, tá fólkið hevur talað, men so langt er landið iki komið, ti kalda kríggið millum eystur og vestur er framvegis politiskur veruleiki í Ukraina, sigur Karsten Jacob Møller við danska blaðið Jyllands-Posten.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155