- Tíðindi, mentan og ítróttur
Widerø onga ætlan um fasta rutu til Føroya
Hóast norska flogfelagið Widerøe javnan flýgur leiguferðir millum Noreg og Føroyar, hevur felagið ongar ætlanir um stovna rutuflúgving til Føroya.
- Fyribils verður hildið fram við leiguflúgvingini, og samstundis meta vit um tørvin á fastari rutu. Hetta er galdandi á øllum leiðum og marknaðum, sum hóska til okkara flogfør. Um grundarlag er fyri fastari rutu til Føroya, er ov tíðliga at siga enn, sigur rutustjórin í Widerøe, Sverre Sletten, við heimasíðuna Check in.dk.
Widerøe eigur 42 Dash 8-flogfør.
10 leiguferðir um mánaðin
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur við Check in.dk, at Widerøe flýgur umleið 10 leiguferðir um mánaðin fyri føroyskar fyritøkur. Hann vil fegin, at Widerøe stovnar fasta rutu, tí eftirspurningurin frá føroyingum, sum starvast í Noregi, eftir rutu alt árið, er stórur, sigur stjórin í Vága floghavn.
Atlantsflog kunngjørdi herfyri, at ætlanin er at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Bergen næsta ár við einum flogfari, sum tekur millum 50 og 70 ferðafólk.