Søkja eftir stjóra til báðar tunlarnar

Søkja eftir stjóra til báðar tunlarnar
Umsóknarfreistin er 8. august
 
11.06.2014 - 08:46

Søkt verður nú eftir stjóra til partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar.

Stjórin skal hava tilvísing til nevndina, standa á odda fyri báðum verkætlanunum, og skal saman við nevndini fremja verkætlanirnar á tryggum fíggjarligum grundarlagi. 

Í lýsingini stendur, at tú hevur fyrimun, um tú hevur gott innlit í fíggjarviðurskifti og kunnleika til byggivinnu. Tað er eisini umráðandi, at tann, sum verður settur, hevur leiðsluroyndir og hevur útbúgving á hóskandi stigi. 

Lønt verður sambært avtalu,

Freistin at søkja starvið sum stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum er 8. august klokkan 16.30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151