Motorur á Sundi legði landið lamið

Motorur á Sundi legði landið lamið
Streymurin fór alla staðni, uttan í Suðuroynni og útoyggjunum
 
11.06.2014 - 12:55

Eitt brek í einum av stóru motorunum á verkinum á Sundi var orsøkin til, at alt landið, - uttan Suðuroy og útoyggjarnar, mistu streymin í góðan hálvan tíma fyrrapartin.

Tað var um 11 tíðina, at trygdarskipanin á Sundi steðgaði einum motori.

Finn Jacobsen, tekniskur leiðari hjá SEV, sigur, at motorarnir á Sundi eru gamlir, men í góðum standi. 

- Nú verður leitað eftir brekinum, sum fekk trygdarskipanina at sløkkja fyri einum motori, men vit sleppa ikki undan at black-out verður aftur, tí vit eru eitt avbyrgt økið. Høvdu vit havt ein sjókaðal til útlond, høvdu vit sloppið undan hesum, sigur Finn Jacobsen, tekniskur leiðari á SEV

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151