Vann átta heiðursmerki

Vann átta heiðursmerki
Johan Ásmundsson vann fimm gull- og trý bronsuheiðursmerki í opnari meistarakapping í svimjing í Íslandi
Í seinastu master-kappingini í Føroyum vann hann allar átta svimji-kappingarnar, ið hann luttók í
 
04.05.2014 - 10:37

Føroyski svimjarin Johan Ásmundsson hevur um vikurskiftið vunnið átta heiðursmerki í svimjing Íslandi, har skipað varð fyri opnari kapping um íslendsku meistaraheitini í svimjing.

Jóhan Ásmundsson við gullheiðursmerkjunum              foto: nudlavirkid.com

 

Talan er um fimm gull-heiðursmerki og trý bronsu-merki.

Teinarnir og heiðursmerkini vóru hesi:

50 metrar bringusvimjing - Gull

50 metrar ryggsvimjing - Gull

100 metrar blandað svimjing - Gull

200 metrar blandað svimjing - Gull

4 x 50 metrar blandað stafettsvimjing - Gull

50 metrar frísvimjing - Bronsu

100 metrar frísvimjing - Bronsu

50 metrar firvald - Bronsu

Johan byrjaði at svimja aftur síðsta summar. Hann var annars givin, tí ein afturvendandi skaði forðaði honum í at svimja. Hesaferð hevur hann verið varin í venjingini og hevur lagt seg eftir at svimja styttru teinarnar, ið ikki leggja ov nógv støðugt trýst á økslina, ið hevur givið honum trupulleikar. 

Johan hevur fingið sera góð úrslit. Í seinastu master-kappingini í Føroyum vann hann allar átta svimjikappingarnar, ið hann luttók í, og aftur nú í Íslandi vann hann altso átta heiðursmerki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878