Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, fegnast um, at Ísland ikki ásetti sær størri makrelkvotu enn Ísland kravdi í samráðingunum millum strandarlondini.
ES og Ísland samdust í fjør heyst um, at Ísland eigur 11,9 prosent av heildarkvotuni. Heildarkvotan av makreli í ár er ein millión og 240.000 tons, og íslendska kvotan er góð 147.500 tons.
Helene Banner, talskvinna hjá Mariu Damanaki, sigur í dag, at Ísland er framvegis vælkomið upp í fimm ára semjuna, sum ES. Føroyar og Noreg gjørdu fyrr í ár uttan um Ísland.
ES mælir Íslandi til at koma aftur til samráðingar sum skjótast.