Seinasta kastið avgjørdi føroyameistaraheitið

Seinasta kastið avgjørdi føroyameistaraheitið
Við seinasta kastinum í dystinum avgjørdi Magnus Müller dystin, og tryggjaði samstundis føroyameistaraheitið til KÍF
Mynd: Marita á Rógvi  
 
19.04.2014 - 20:42

Annað árið á rað er KÍF føroyameistari í Atlantic Airways deildini.

Seinna finalan hjá monnum varð avgjørd í seinasta kastinum í dystinum tá vestminingurin, Magnus Müller, skoraði uppá brotskast fyri KÍF. Dysturin endaði 27 - 26 til KÍF. Hálvleiksstøðan var 16 - 13 til KÍF.

Eftir tvær finalur, við einum javnleiki og einum 27 - 26 sigri, kunnu Kollfirðingar nú kallað seg føroyameistarar annað árið á rað.

KÍF - VÍF: 27 - 26 (16 - 13)

Toppskjútti, KÍF: Andrias Nielsen 10 mál

Toppskjútti, VÍF: Sámal Joensen 9 mál

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151